Fólkaheilsustýrið
Útgivið
2. oktober 2023
Útgongur
13. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Lýst verður eftir fulltrúa til fólkaheilsueindina hjá Fólkaheilsustýrinum.

Stovnurin
Fólkaheilsustýrið skipar heilsufakliga økið í Føroyum og veitir granskingargrundaða ráðgeving við støði í føroyskum heilsu- og samfelagsviðurskiftum. Málið er at fáa yvirlit, kunnleika og byggja upp eitt grundarlag fyri heilsufremjandi átøkum.

Fólkaheilsustýrið skal ráðgeva politisku skipanini, myndugleikum og borgarum á heilsufakliga økinum. Stovnurin skal m.a. gera, skipa og menna hagtøl, gera heilsufrágreiðingar, lýsingar og greiningar á heilsuøkinum og skipa, umsita og menna heilsuskráir. Stovnurin skal eisini umsita heilsutilbúgvingina og farsóttarøkið frá 1. januar 2024.

Fyri at skipa arbeiðið á fólkaheilsuøkinum søkja vit eftir einum starvsfólki til økini rørslu, alkohol royking og kost.

Uppgávur:

  • Fyrireika tilfar at gera tilmæli innan fólkaheilsuøkini
  • Greining sambært altjóða leisti innan hagtalsviðgerð
  • Luttaka í arbeiði at skipa og menna skráir hjá stovninum
  • Við støði í kanningar- og granskingarúrslitum vera við til at byggja upp eitt grundarlag fyri
    átøkum hjá stovninum
  • Gera heilsufrágreiðingar
  • Samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum
    Fólkaheilsustýrið samstarvar við
  • Vegleiða leiðsluni í sambandi við ráðgeving um heilsu- og samfelagsviðurskifti

Førleikar:

  • Prógv innan kost- ella rørsluøki, fyrimunur er at hava royndir frá báðum økjum
  • Royndir við at seta heilsutilmælið í verk
  • Hollan kunnleika til føroyska samfelagið og politisku skipanina
  • Politiskt tev
  • Góðar førleikar at miðla
  • Góðar skrivligar og munnligar førleikar í føroyskum, norðurlendskum og enskum
  • Jaligan hugburð til broytingar og umskifti
  • Góð samstarvs- og samskipanarevni

Vit bjóða:
Eitt avbjóðandi starv, sum tú verður við til at mynda, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi. Av tí at tú dagliga fert at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk. Tú trívist við toymissamstarvi, men megnar eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Tú ert samstarvssinnað/ur og áhugað/ur í tvørfakligum samstarvi, eins og tú tekur væl ímóti nýggjum tiltøkum. Tú tolir skiftandi arbeiðsuppgávur, dugir at skapa yvirlit og trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum uppgávum.

Lønar – og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Setanarøkið fevnir um Heilsumálaráðið og stovnar undir tí.

Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna á Steig, stjóra á tel. 233070.

Umsókn:
Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til hst@hst.fo ella til Fólkaheilsustýrið, Eirargarður 2, 2. hædd 100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er 13. oktober 2023, starvið verður sett skjótast til ber.

Fá meiri at vita um stýrið á www.folkaheilsustyrid.fo 

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið