Heilsutrygd
Útgivið
2. oktober 2023
Útgongur
17. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsutrygd søkir eftir barnsburðaravloysara fyri skrivstovufólk at starvast fulla tíð. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. desember 2023 til 31. desember 2024.

Sum skrivstovufólk á Heilsutrygd, verða uppgávur tínar fjølbroyttar og fara m.a. at fevna um:

  • Málsviðgerð
  • Journalisering
  • Vanligt skrivstovuarbeiði
  • At luttaka í øðrum uppgávum á Heilsutrygd eftir tørvi

Vit vænta, at tú hevur:

  • skrivstovuútbúgving, aðra viðkomandi útbúgving ella viðkomandi starvsroyndir
  • góðan teldukunnleika
  • góð evni at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við málsviðgerð og journalisering, og um tú hevur kunnleika til Búskaparskipan Landsins (BSL) og Journalskipanina 360° (Skjalhald).

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið verður sett frá 1. desember 2023 ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran, Egil á Bø, á telefon 614002, ella á teldupostbústaðnum eab@heilsutrygd.fo

Umsókn og avrit av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: heilsutrygd@heilsutrygd.fo

ella

Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. oktober 2023.

Um Heilsutrygd:
Heilsutrygd er almenn heilsutrygdarskipan, ið hin 1. januar 2010 avloysti gomlu skipanina við 11 sjúkrakassum kring landið. Harumframt umsitur stovnurin ein part av hjálparráðum, Kommunulæknaskipanina, Gigni og Økisheilsuskipanina.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið