Lýsing
ARBEIÐSØKI
Vit eru størsta lærupláss í Føroyum, við 68 lærlingum sum starvast og læra dagliga hjá okkum, og nú søkja vit eftir tær. Her fært tú eina spennandi lærutíð í framskygdum umhvørvi. Í útbúgvingartíðini ert tú ein aktivur partur av toyminum í Tórshavn, Runavík og á Skála, við góðum starvsfeløgum, ið fegin taka hond um hvønn annan.
Tøk lærupláss í Runavík:
2 maskinsmiðir
Tøk lærupláss á Skála:
2 maskinsmiðir
2 sveisarar
1 elektrikari
Tøk lærupláss í Tórshavn:
2 maskinsmiðir
2 sveisarar
1 elektrikari
ÚTBÚGVINGARNAR
Sveisari
Upptøkukrav: 9. flokk
Lærutíð: 2 ár og 6 mánaðir íroknað skúlagongd
Skúlagongd: 35 vikur
Maskinsmiður
Upptøkukrav: 9. flokk
Lærutíð: 4 ár íroknað skúlagongd
Skúlagongd: 55 vikur
Elektrikari
Upptøkukrav: 9. flokk
Lærutíð: 4 ár íroknað skúlagongd
Skúlagongd: 55 vikur
TÍN VANGAMYND
Vit vænta av tær sum lærlingur hjá okkum, at tú ert røsk/raskur, forvitin og dugir at arbeiða í einum vælvirkandi toymi, saman við øðrum lærlingum. Tað týdningarmesta er tó, at tú hevur áhuga í at arbeiða og at læra.
MEIRA AT VITA
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Berghild Jacobsen, Starvsfólkaleiðara, á Berghild.Jacobsen@mest.fo ella á telefon 79 11 29.
UMSÓKN
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20. oktobur 2023. Lærutíðin byrjar 01. novembur 2023.
Vit gleða okkum at frætta frá tær.
UM MEST
MEST er størsta skipasmiðjusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dótturfelagið PAM Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu.
Fyritøkan fevnir um umleið 450 starvsfólk og kundaskarin fevnir um føroyskar kundar og kundar úr millum annað Skotlandi, Íslandi og Grønlandi.