Lýsing
Talan er um eitt starv sum heilsurøktari á starvsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í blandaðum vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
Starvið er til setan 1. desember 2023.
Sjóvarlon er sambýlið á Strondum og har búgva 10 fólk sum eru eldri enn 67 ár. Á sambýlinum starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Arbeiði á sambýlinum er skipað við greiðum ábyrgdarbýti í mun til røktina. Arbeitt verður í samstarv við deildarleiðaran/sjúkrarøktarfrøðing við einstaklinga røktargongdum.
Endamálið hjá Roðanum er at veita eina dygdargóða tænastu, har málið er at stimbra heilsu og trivna, fyribyrgja sjúku, endurmenna og/ella varðveita førleikar og at veita umsorgan og røkt.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv sum heilsurøktari
- KT førleika á brúkarastøði
VIT LEGGJA DENT Á
- Áhugan fyri eldrarøkt
- Evni at samskifta
- Evni at raðfesta arbeiðsuppgávur
- Hugin og evnini at arbeiða sjálvstøðugt og samstarva í toymi
- Hugin og evnini at læra og læra frá sær í praksis
- Persónligar eginleikar, lyndi og tænastusinni
ARBEIÐSUPPGÁVUR
- Dagliga røkt til búfólk
- Fylgja røktargongdum hjá búfólkunum
- At útinna, miðla og menna røkt til búfólk, avvarðandi og starvsfólk
- Skjalfesta dagligu røktina
- Samstarva við aðrar fakbólkar
VIT BJÓÐA TÆR
- Góða innleiðslu
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður
- Møguleikan at menna røktina á deildini
- Gott tvørfakligt samstarv
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og heilsurøktarafelagið.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunn Olsen, deildarleiðara á Sjóvarlon, telefon 793387 ella við telduposti til gunno@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”heilsurøktari til Sjóvarlon”.
Umsóknarfreistin er 24. Oktober 2023.