Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri aktiviteti og luttøku hjá aldrandi borgarum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Ein av ergoterapeutunum í Heilsu- og umsorganartænastuni skal í barnsburðarfarloyvi, og tí søkja vit eftir einum ergoterapeuti til tíðaravmarkað starv frá 1. november 2023 ella skjótast gjørligt til 31. oktober 2024.
Tú kemur at arbeiða í einum toymi við 11 øðrum ergoterapeutum við fakligari leiðslu.
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar Kommunu.
Tú kemur at arbeiða mest við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til tann eldra borgaran bæði í egnum heimi og á røktarheimi.