Lýsing
Nýggja deildin fyri Visitering hevur sum endamál at skipa visitering til trivnaðartænastur.
Okkum tørvar tveir kveikjandi sosialráðgevar, sum við ágrýtni og nærlagni skulu virka fyri, at borgarar við sálarligum, kropsligum og sosialum avbjóðingum fáa eina tænastu við atliti at liva so sjálvstøðugt og virkið sum møguligt.
Um størvini
Talan er um tvey størv fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð, at byrja 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðsstaðurin er í Havn, og arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.
Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan er at lýsa førleikar hjá borgarum, staðfesta tørv og taka avgerð um, hvør tænasta er neyðug at veita.
Starvið inniber skiftandi uppgávur frá at hava samrøður við umsøkjara og ofta eisini avvarðandi til m.a. at skipa fyri og luttaka í tvørfakligum fundum við myndugleikar, sum Almannaverkið samstarvar við - eitt nú sjúkrahúsið.
Undir til tíðir stórum trýsti skalt tú virka fyri at finna loysnir, so borgarin verður hjálptur innan fyri karmarnar á Almannaverkinum.
Førleikar
Tú skalt hava útbúgving sum sosialráðgevi.
Tað er neyðugt at hava góðar samstarvseginleikar við egnar starvsfelagar, aðrar fakbólkar, borgarar og avvarðandi.
Tað kann vera ein fyrimunur, at tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, hevur royndir innan fyrisiting og kunnleika til tey øki, ið Almannaverkið arbeiðir við.
Tú skal duga væl at orða teg í skrift og talu
Væntanir
Vit leita eftir umsøkjara, sum hevur áhuga fyri einstøku borgarunum og avbjóðingum teirra. Sum sjálvstøðugt megnar at arbeiða konstruktivt í kompleksum málum, har møguleikin at veita væl grundaða hjálp ofta er sera avmarkaður.
Vit kunnu bjóða
Tú verður partur av einum toymi við dugnaligum starvsfólki við drúgvum royndum, sum til tíðir eru undir stórum arbeiðstrýsti við skiftandi uppgávum. Dentur verður lagdur á sparring, og at fólk trívast bæði fakliga og persónliga.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Visitering, Viðskiftadepilin. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at klikkja á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir, avrit av prógvi, viðmæli o.a. skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 29.10.2023 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Mariu N. Garðsá, deildarleiðara, á telefon 297031.
Um deildina Visitering
Talan er um nýggja deild í Almannaverkinum, sum viðger umsóknir um tænastur, sum Trivnaðardepilin í Almannaverkinum veitir. Talan er um umsóknir til stuðul, virknistilboð, umlætting, vardar bústaðir og annað. Arbeitt verður við at menna nýtt háttalag, so borgarar verða lýstir nøktandi, og ábyrgdabýtið á økinum gerst greitt. Somuleiðis viðger deildin tvingsilsmál og umsóknir um serligan bústaðartørv. Deildin skal tryggja, at málsviðgerðin er í samsvari við galdandi lóggávu og livir upp til sosialfakligar og fyrisitingarligar meginreglur. Deildin er mannað við fýra sosialráðgevum, einum fulltrúa og einum deildarleiðara.