SP/F Amboð.fo
Útgivið
20. oktober 2023
Útgongur
30. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir bókhaldara, ið umframt bókhald eisini kemur at taka sær av øðrum vanligum skrivstovuarbeiði.

Um starvið
Søkt verður eftir fólki at arbeiða fulla tíð ella parttíð, svarandi til 24 tímar um vikuna. Neyvari arbeiðstíð verður avtalað millum tann, ið settur verður og leiðsluna í Ambod.fo

Vit brúka bókhaldsskipanina Visma E-conomic. Fyrimunur er, um tú hevur kunnleika til skipanina, men hetta er tó ikki ein treyt.

Uppgávurnar fevna m.a. um alt vanligt bókhald, herundir skuldara- og ognarrøkt, MVG uppgerðir og lønarumsiting umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði.

Um Amboð.fo
Amboð.fo byrjaði í smáum sum ein nethandil, men virksemið er vaksið skjótt, og í dag starvast 5 fólk í fyritøkuni, sum er staðsett í egnum hølum í Mykinesgøtu 7 í Tórshavn.

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú dugir at arbeiða sjálstøðugt og hevur hollan kunnleika til allar vanligar bókhalds-uppgávur. Umráðandi er at tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi.

Løn
Lønin verður avtalað við leiðsluna og ásett eftir førleikum og royndum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV. o.ø skal sendast við telduposti til: paulina@ambod.fo

Starvið verður sett 1. november, ella eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Hjalta Lamhauge tlf. 508036 ella til Paulinu Dam Lamhauge tlf. 548550.

Líknandi størv

Timburlærlingar   Faroe Islands nýtt
23. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið