Lýsing
Vit søkja eftir løgfrøðiligum ráðgeva til Bakkafrost. Sætið hjá løgfrøðinginum verður í Góðskudeildini, sum varðar av djóraheilsu og djóravælferð, matvørutrygd og matvørugóðsku, umhvørvisstýring og starvsfólkatrygd. Hesi øki eru undirløgd ymisk lógarverk, og sum løgfrøðiligur ráðgevi kemur tú at hava ábyrgd av, at vit altíð virka í samsvari við galdandi krøv. Harafturat eru ymiskar aðrar uppgávur eftir nærri avtalu.
Starvið
Tú fert at hava ein lyklaleiklut í mun til at tryggja, at øll málsviðgerð samsvarar við galdandi lógarkrøv á økinum. Tú fert at veita ráðgeving til og samstarva við aðrar deildir í Bakkafrost samtakinum og standa á odda fyri at fyrireika tilfar og samskifta við myndugleikar. Tú fært somuleiðis ábyrgd av at samskipa og fyrireika mál.
Starvstaðurin er á Glyvrum.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at rætti umsøkjarin er útbúgvin cand.jur, cand.merc.(jur.) ella líknandi. Tað er týdningarmikið, at tú trívist við at hava ábyrgd av avbjóðandi fyrisitingarligum uppgávum. Somuleiðis hevur tú persónligar og fakligar eginleikar at samskipa uppgávur við nógvum áhugapørtum. Royndir innan fyrisiting, málsviðgerð ella verkætlanarleiðslu eru ein fyrimunur.
Tað er eitt krav, at tú kanst samskifta á føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu.
Vit bjóða
Á Góðskudeidini fært tú dugnaligar samstarvsfelagar, sum arbeiða á høgum fakligum støði. Vit raðfesta eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivna. Í starvinum er góður møguleiki fyri fakligari og persónligari menning.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum er 40 tímar um vikuna.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Meira at vitaVilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Annu Johansen, deildarleiðara, á tel. 23 50 20, ella við telduposti tilanjo@bakkafrost.com.
UmsóknTú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Umsóknarfreist Starvið verður sett sum skjótast. Umsóknarfreistin er 12. novembur 2023.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um okkum
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, lívfiski, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu og flutning. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (góðskingarvirkið) er á Glyvrum, og alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoynni, Sandoynni og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki í Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum, og søla og umsiting er eisini í Edinburgh, Munkebo, Boulogne-sur-Mer og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.778 starvsfólk (ársverk).