Landssjúkrahúsið
Útgivið
25. oktober 2023
Útgongur
7. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ergo- og Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum hevur eitt avloysarastarv leyst at søkja.

Eitt tíðaravmarkað starv í skurð ella medisinka toyminum frá 15.11.23 – 31.03.24 í starvsbrøki 0,875 (35 tímar) ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

Um starvið í skurð toyminum:
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja skurð sjúklingar. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.

Í skurð toyminum eru 4 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Um starvið í medisinska toyminum:
Arbeiðsøkið er at kanna, útgreina, viðgerða/endurvenja medisinskar sjúklingar. Tað kann verða innan hjarta- og lungnasjúku, gikt, krabba, diabetes/endokrinologi og neurologiskar sjúkur. Harumframt at hjálpa til á øðrum økjum um neyðugt.

Í medisinska toyminum eru 6 fysioterapeutar, sum arbeiða á seingjardeildunum og við ambulantum sjúklingum. Arbeiðið umfatar einstaklingaviðgerð og bólkaviðgerð til innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Um deildina
27 starvsfólk úr ymsum fakbólkum eru á deildini, sum virkar tvørgangandi við uppgávum á øllum deplum, harav 16 eru fysioterapeutar. Arbeitt verður evidensbaserað við støði í nýggjastu gransking.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.

Krav:

  • Góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.

Fyrimunur er:

  • At tú hevur fakligar royndir innan fakøki.
  • At tú hevur eftirútbúgving innan øki.
  • At tú evnar at brúka reflektión sum lið í menningini hjá sjúklinginum.
  • At tú hevur góðar telduførleikar. Sjúkrahúsverkið nýtir talgildan sjúklingajournal.

Dentur verður lagdur á:

  • At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum.
  • At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymsum uppgávum.
  • At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga.
  • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • At tú megnar at samstarva við ymsar fakbólkar.
  • At tú fylgir við nýggjast menning á økinum.

Vit bjóða:

Eitt fakliga avbjóðandi umhvørvi við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og kompetentum starvsfelagum í eitt av landsins størsta arbeiðsplássum. Vit hava fokus á innanhýsis frálæru og førleikamenning, og fylgja væl við nýggjastu gransking innan økið. Í næstum flytir deildin í nýtt umhvørvi í H-bygninginum.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post til alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 07.11.2023
Prógv skal havast við til møguliga samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið