Lýsing
Á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt fast starv sum inniportørur leyst at søkja frá 01.01.2024 ella eftir avtalu. Inniportørurin er partur av starvsfólkahópinum í Sjúkraflutningstænastuni við staðseting á Landssjúkrahúsinum. Arbeiðstíðin er dagvaktir frá mánadag til fríggjadag.
Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum, starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.
Tann, ið settur verður, kemur at vera ein partur av dagliga portørvirkseminum á Landssjúkrahúsinum, og fevnir starvið í høvuðsheitum um:
- at flyta sjúklingar millum deildir
- flyta reinar og skitnar sengur til og frá deildum og seingjarsentrali
- flyta reint og skitið toy til og frá deildum
- tøma út burturkast o.a. av deildunum
Um neyðugt og tíð er til tess, hjálpir inniportørurin til við øðrum fyrifallandi uppgávum, so sum flyting av sjúklingum av skurðgongini.
Vit vænta, at tú
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkraflutningstænastuni, og líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
- Hevur góðar sosialar / menniskjaligar eginleikar
Dentur verður lagdur á
- at tú ert fylt/ur 21 ár
- reina revsiváttan
- 1. hjálparprógv
- góða heilsu og fysik
- telduførleika á brúkarastøði
Vit bjóða
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt samstarv
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
Royndartíðin er 3 mðr.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 46 í 2023.
Nærri kunning um fysisku royndina verður givin eftir samrøðuna.
Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605, t-post barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara, tlf. 234602, t-post gunhj@ls.fo
Umsóknarfreistin er 09.11.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Kennir tú teg sjálvan aftur í samband við virðisgrundarlagið á Sjúkraflutningstænastuni hygg her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.