Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir anestesisjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á Anestesideildini á fulla tíð frá 01.01.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um dagvakt, tilkallivakt og døgnvakt.
Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini: Anestesideild, Viðrakning, Intensivu deild, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Kommunulæknavakt og Sjúkraflutningstænastu.
Arbeiðið sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d. ortopædi, gynækologi/obstetrik, almen kirurgi, urologi, oyra, næsa og háls, eygna- og tannlæknaviðgerð. Anestesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anestesilækna, og saman standa tey fyri umleið 2500 anestesium árliga. Dagliga arbeiðið hjá anestesisjúkrarøktarfrøðingunum umfatar eisini uppgávur í samband við umsiting av goymslurúmi.
Aðrar veitingar hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum uttanfyri dagliga arbeiðsøkið á anestesideildini eru at leggja venflons á ymisku deildunum, at vera partur av trauma- og hjartastopptoymi og at veita anestesi í samband við til ECT. Eftir at hava ognað sær neyðugar royndir innan serøkið, gerst bráðfeingis sjúklingaflutningur uttanlands somuleiðis partur av arbeiðsuppgávunum hjá anestesisjúkrarøktarfrøðinginum. Eisini fevnir starvið um undirvísing av starvsfólki og lesandi.
Førleikar
- Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
- Telduførleika á brúkarastøði
- Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
- Fakligan áhuga, fleksibul og virkisfús/ur
- Trívist við avbjóðingum og at hava nógv um at vera
- Góð samstarvsevni og megnar at arbeiða tvørfakligt
- Sinnað/ur at skapa góðan trivnað og felags mentan á deildini
- Áhuga í at undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar og aðrar samstarvspartar
Vit bjóða
- Góða innleiðslu
- Ein spennandi arbeiðsdag við møguleikum fyri fakligum avbjóðingum og egnari menning
- Dugnaligar starvsfelagar, sum eru opnir fyri nýggjum hugskotum og royndum
Sjúkrahúsverkið hevur seinasta árið saman við einum breiðum skara av starvsfólki frá teim trimum sjúkrahúsunum arbeitt við at gera eitt felags virðisgrundarlag, og at endurskoða visión, missión og strategimál fyri alt Sjúkrahúsverkið. Hesi kunnu síggjast á www.ls.fo.
Lønar – og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hergerð Heldarskarð, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5757 ella tlf 234554, hergerd@ls.fo
Umsóknarfreistin er 20.11.2023. Setunnarsamrøður verða í viku 47 ella 48.
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar seinastu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast, áðrenn byrja verður.
Á heimasíðu okkara, www.ls.fo, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni “Um okkum”.