Almannaverkið
Útgivið
2. november 2023
Útgongur
11. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini

  • Eitt starv 31,5 tímar í meðal um vikuna at seta 15.11.2023 ella skjótast gjørligt.
  • Eitt starv 26,5 tímar í meðal um vikuna at seta 15.11.2023 ella skjótast gjørligt.
  • Eitt starv 24,5 tímar í meðal um vikuna at seta 15.11.2023 ella skjótast gjørligt.
  • Avloysarastarv í sambandi við feriur, sjúkrafráveru, avspáking og annað.

Fyri tey føstu størvini er galdandi at arbeiðstíðin fyri tað mesta er um dagin. Tó eru nakrar kvøldvaktir og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti í 4 vikur rulli. Avtala kann gerast um tillagingar í tímunum. Starvsstaðurin er í Runavík.

Arbeiðsuppgávur
Mýrisóljan veitir dag-, frítíðar- og virknistilboð í tryggum kørmum til børn og ung við fjølbreki. Eisini veita vit umlætting til heimabúgvandi børn, ung og vaksin við fjølbreki, menningartarni og autismu.

Arbeitt verður miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við avvarðandi. Vit hava borgaran í miðdeplinum og leggja dent á góðan trivnað á arbeiðsplássinum.

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at borgarin fær neyðugan stuðul, røkt og umsorgan. Tú verður við til at leggja til rættis heilsu- og námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum.

Førleikar
Til tey føstu størvini skalt tú hava námsfrøðiliga ella heilsufakliga útbúgving.

Til avloysarastørvini er útbúgving ikki ein treyt fyri at fáa starv. Lesandi innan námsfrøði ella heilsufakið eru vælkomin at søkja.

Væntanir
Væntað verður, at tú ert fakliga væl fyri. Vit vænta eldhugað starvsfólk, sum hava góð samstarvsevnir og eina jaliga menniskjafatan. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar og væntað verður, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Tað hevur týdning, at tú hevur hug og hegni at betra um gerandisdagin hjá fólki við menningartarni og fjølbreki. Umráðandi er, at tú kennir týdningin av, at borgarin verður møttur, har hann er, skiltur og hjálptur.

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður og ein vælvirkandi starvsfólkabólk, har dentur verður lagdur á trivnað og fakligheit.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum, Virknistænastur. Tann, ið verður sett/-ur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 12.11.2023 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Joan Olsen, leiðara, á tlf. 297685.

sí lýsing her

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið