Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
2. november 2023
Útgongur
19. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, sóknast eftir kliniskum dygdarmennara til at byrja 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv fulla tíð.

Endamálið við starvinum er miðvíst at menna dygdina í tænastunum og skipa karmarnar samsvarandi.

Klinisk dygdarmenning er liður í visjónsarbeiðnum hjá NBH. Í visjónini er eitt høgt fakligt støði
sett sum fyritreyt fyri, at virksemið kann vera eldri borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
Visjónsorðingin hjá NBH sæst á heimasíðuni: https://nbh.fo/nbh/.

Uppgávurnar fevna um at stuðla røktarstarvsfólkum í at menna førleikar innan m.a.:
– Skjalfesting
– Fakliga refleksjón og argumentatión
– Tvørfakligt samstarv
– Kliniska sjúkrarøkt
– Annað

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur. Kliniskar royndir og eftirútbúgvingar innan gerontologi/geriatri ella onnur viðkomandi økir kunnu vera ein fyrimunur.

Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við deildarleiðarar á búeindunum, aðrar eindir í NBH, fakliga samskiparan og stjóran í NBH. Sí nærri kunning um tænastur og eindir á heimasíðuni www.nbh.fo.

Umframt góð evni at samstarva og samskifta, verður eisini væntað, at tú megnar sjálvstøðugt at taka stig til, ganga undan og skipa menningararbeiðið, at tú dugir at orða teg í skrift og talu og hevur KT-førleika á brúkarastigi.

Sum liður í menningini av tænastunum verður væntað, at tú ert við í menningini av toymisarbeiði, at tú luttekur virkin í læringsstøðum, tá ið talan er um kompleksar støður.
NBH er eitt av pilotøkjunum í sambandi við íverkseting av talgildu heilsuskipani á eldraøkinum. Kunnleiki til journalskipanina Cosmic er tí ein fyrimunur.

Virkisfýsni, hugur til nýggjar avbjóðingar og evni at kveikja eina góða og positiva tilgongd í menningararbeiðnum eru somuleiðis týðandi eginleikar.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Marnu Ellingsgaard Jensen, stjóra fyri NBH, á tel. 793400, yrkadagar millum kl. 10-15 ella við telduposti til marnae@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er 19. november 2023

Líknandi størv

Elektrikaralærlingur til Smyril   Faroe Islands nýtt
25. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið