Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv til Oyrna-nasa- og hálsdeildina. Starvið er á starvsbrøki 0,8 og til setan 01.01.2024 ella eftir avtalu.
Á Oyrna-nasa-hálsdeildini arbeiða fýra sjúkrarøktarfrøðingar, tveir skrivarar, ein serlækni og konsulentar. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00-16:00 gerandisdagar og umfatar ambulatoriið, sum hevur nógvar ymiskar uppgávur, og 2-3 dagar um vikuna eru vit við til ymiskar skurðviðgerðir innan ONH og eru við til at leggja dren hjá børnum o.a.
Førleikar
- Fakligan áhuga og royndir innan kirurgiska sjúkrarøkt
- Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Kreativ/ur og fleksibul
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
- Góðan telduførleika
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Upplæring og innleiðslu á deildini
- Felags innleiðslu fyri nýsett starvsfólk
- Tvørfakligt samstarv við ergoterapeutar og kostráðgevar
Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey er við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til arbeiðið og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarføðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Ann Ellefsen, sjúkrarøktarfrøðingur á ONH deildini, á tlf. 304500 lokal 5364 ella t-post annel@ls.fo, ella Elin Vitalis, depilsleiðara, á tlf. 304500, lokal 5102 ella t-post elivi@ls.fo
Um skikkaður umsøkjari ikki søkir hetta starv, taka vit okkum rættin til at søkja enn einaferð ella útseta setanina.
Umsóknarfreistin er tann 19.11.2023.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.