Lýsing
Vit søkja eftir einum starvsfólki til hálvtíðarstarv við byrjan hin 1. desember 2023.
Væntað verður:
- At tær dámar væl at vaska og hevur royndir við hesum
- At tú dugir at fata og arbeiða eftir eini mannagongd
- At tú ert tilvitað/ur um góðskuarbeiði
- At tú tolir broytingar og sjálv/sjálvur kann skyna á, um tørvur er á eyka vaski ein dag
- At tú kanst samskifta á føroyskum, norðurlendskum ella enskum.
Arbeiðsuppgávur:
- at vaska og sterva útgerð, glasvørur o.a., sum kann innihalda sjúkuelvandi lívrunnið tilfar
- at nýta ídnaðarvaskimaskinur, autoklavur og turkiskáp
- at handfara burturbeining av stervaðum lívfrøðiligum burturkasti
- at rigga útgerð o.a. til fyri starvfólkini á kanningarstovunum og eftirlitunum
- Ymiskar aðrar fyrifallandi uppgávur.
Umsókn:
Umsóknir til starvið skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til hfs@hfs.fo.
Viðheft skal vera grundgivin umsókn, lívsrensl, viðmæli o.a.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 17. november 2023, kl. 12.00.
Løn sambært sáttmála ímillum Starvsfelagið og Fíggjamálaráðið. Starvið er flokkað í 2. flokki.
Meira fæst at vita við at venda sær til:
Janus Vang
deildarleiðari á mikrobiologiska kanningarstovan
tel. 55 64 00, t-post: hfs@hfs.fo
Kanningarstovurnar eru á Debesartrøð í Tórshavn. Heilsufrøðiliga starvsstovan er ein stovnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.