Tórshavnar Kommuna
Útgivið
6. november 2023
Útgongur
15. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og dámar tær leiðslu?

Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri røktardeildini Miðstovu og verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk sum búgva har, so er tað møguliga tær vit leita eftir, nú deildarleiðarastarvið á Miðstovu er leyst at søkja, við starvsbyrjan 1. desember 2023 ella eftir nærri avtalu.

Sum deildarleiðari vísir tú til eindarleiðaran, og gerst partur av leiðslutoyminum á Lágargarði, sum telur tríggir deildarleiðarar og tríggir varadeildarleiðarar, umframt at tú gerst partur av deildarleiðarahópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni sum telur 17 fólk.

Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir, sum hava hvør sín eindarleiðara. Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir, Heimarastovu og Miðstovu, sum eru røktareindir, og Handarastovu, sum er eindin fyri minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi borgarar í Tórshavnar Kommunu, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

Miðstova hevur 16 búpláss. Her verður veitt røkt og umsorgan, umfamt at vit skipa fyri samveru, sum gevur degnum innihald og stimbrar sansir hjá húsfólkunum. Tú kemur at vera í miðdeplinum at leiða og skapa karmar fyri einum tryggum og heimligum umhvørvi. Tú fært ábyrgd av einum starvsliði, ið fakliga veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til heilsufremjan, fyribyrging og rehabilitering í gerandisdegnum.

Vit ynskja ein deildarleiðara sum bæði kann virka fyri fakligar dygd og fyri trivnaði hjá húsfólkum og avvarðandi, og fyri góðum arbeiðsumhvørvi fyri okkara starvsfólkum. Tú ert væl skipað, kanst gera neyðugar raðfestingar og varðveita yvirlitið í gerandisdegnum. Tú hevur áræði, tekur initiativ, ert álitisvekjandi og kanst virka fyri einum lærandi arbeiðsplássið.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144087

Líknandi størv

2. marts 2026
2. marts 2026
12. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið