Lýsing
Um størvini
- Eitt fast starv fulla tíð at byrja skjótast gjørligt
- Eitt tíðaravmarkað starv fulla tíð at byrja 01.01.2024 til 01.12.2024
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Møguleiki er fyri at gera avtalu um niðursetta arbeiðstíð, um ynski er um tað.
Arbeiðsuppgávur
Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági er sambýlið fyri fólk við sálarligum avbjóðingum. Har búgva seks fólk. Arbeiðið er skipað eftir einum heilsufrøðiligum og miljøterapeutiskum leisti, har stórur dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og framskygt umhvørvi.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at geva og umsita heilivág, veita umsorgan og praktiska hjálp til dagligar uppgávur og at veita námsfrøðiliga leiðbeining í mun til yvirskipað persónlig mál.
Skjalfesting og at seta í verk og fylgja gjørdum mannagongdum er somuleiðis ein týdningarmikil partur av dagligu arbeiðsuppgávunum.
Førleikar
Til tað fasta starvið er neyðugt at tú hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsurøktari.
Til tað tíðaravmarkaða starvið skalt tú hava útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella hava námsfrøðiliga útbúgving.
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur starvsroyndir innan psykiatri. Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja, kann hjálparfólk verða fyribilssett.
Neyðugt er at hava KT-førleikar og koyrikort.
Væntanir
Vit ynskja ábyrgdarfull starvsfólk sum:
- Eru arbeiðssom og hava áhuga innan sosialpsykiatriska økið
- Eru empatisk og tolin av lyndi
- Hava evni at reflektera yvir egið virksemi
- Koma við góðum hugskotum og luttaka virkin í tvørfakliga arbeiðinum
- Eru opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra fakligu og persónligu førleikarnar
- Trívast við at vera einsamøll/-mallur á vakt og eru sálarliga og likamliga væl fyri
Vit kunnu bjóða
Eitt spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning. Tú kemur at vera partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi, har møguleiki er at samstarva tvørfakliga, og tú fært góða upplæring innan sosialpsykiatriska økið.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í Trivnaðardeplinum, Sosialpsykiatri. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya ella Føroya Pedagogfelag.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin “Søk starvið”.
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 23.11.23 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Andreu Petursdóttir, eindarleiðara, á telefon 297449 ella Elin Doris á Mýrini, leiðara, á telefon 297446.