Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
14. november 2023
Útgongur
30. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir tveimum dugnaligum og arbeiðssomum kostfakligum starvsfólkum til setan 1. januar 2024 ella eftir avtalu. Setunarbrøkurin er 0,9. Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og vikuskiftisvaktir eru 4. hvørt vikuskifti.

Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat og ert tú fakliga engasjerað/-ur, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Vit gera mat og máltíðir til eina sjúklingadeild og eru við til at borðreiða matin fyri sjúklingunum. Vit gera mat til borgarar á røktarheimi og sambýli, heimabúgvandi pensionistar, starvsfólkakantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
Matframleiðsla, fyrireiking, planlegging, pakking, upprudding, fremja innaneftirlit, uppvask og reingerð.
Borðreiðing fyri sjúklingum, tá brúk er fyri tí. Í samstarvi við starvsfelagar vera við til at menna tilfar, uppskriftir o.a., sum stuðlar undir at vit kunnu veita góða kostrøkt og tænastu.

Førleikar:

  • tú ert føðsluatstøðari (ernæringsassistent)
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
  • tú hevur góðar KT-førleikar og hevur bæði hug og dirvi til at brúka telduforrit sum arbeiðsamboð.
  • starvsroyndir frá stovnskøki kann vera ein fyrimunur.

Persónligir eginleikar:

  • tú ert arbeiðssom/-samur og nærløgd/-lagdur
  • tú ert virkin, hevur eitt gott yvirblikk og tolir stórt arbeiðstrýst í tíðarbilum
  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
  • tú hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
  • tú ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar
  • tú ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi í kontakt við viðskiftafólk, sjúklingar o.fl.
  • tú ert fleksibul og hevur evni at raðfesta
  • tú hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan.

Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, har tú kanst fáa ávirkan á menningina av tænastuni hjá køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum og Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á telefon 404581/ 229229 ella á teldupostadressu: elisabethak@ks.fo
Umsókn saman við CV og prógvum skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 30. novembur 2023.

Á okkara heimasíðu www.ks.fo kanst tú lesa um Klaksvíkar sjúkrahús.

Á heimasíðuni www.ks.fo er meira kunning um Klaksvíkar sjúkrahús.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir, at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið