Landssjúkrahúsið
Útgivið
14. november 2023
Útgongur
27. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til Sjúkraflutningstænastuna, útbúnum viðgerðum (ambulancebehandler) ella atstøðingum (ambulanceassistent). Talan er um fulltíðarstørv í skiftandi vaktum til setan 01.01.2024 ella eftir nærri avtalu.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 15 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.

Vit vænta, at tú:

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
  • ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur góðar sosialar/menniskjligar eginleikar
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti.

Dentur verður lagdur á:

  • menniskjaligar eginleikar
  • at tú megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann verða ein fyrimunur
  • koyrikort til bólk C ella D
  • koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • fylt/ur 21 ár
  • reina revsiváttan
  • 1. hjálparprógv
  • góða heilsu og fysik
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði.

Vit bjóða:

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum.

Royndartíðin er 3 mánaðar.

Um tey, ið sett verða í fast størv, ikki hava koyrikort til bólk C ella D, skal hettar vera farið í holt við innan roynadartíðin er úti.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 48 í 2023.

Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605, t-post barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, t-post gunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 27.11.2023.

Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo

Vinarliga søk starvið her.

Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd).

Les um okkara visión, missión og strategimál her.

Líknandi størv

Leiðari til sambýlir í Havn   Faroe Islands nýtt
23. december 2025
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið