Lýsing
Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir starvsfólkum, sum brenna fyri at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.
Talan er um avbjóðandi og gevandi størv, har tú kemur at virka í venjingarhølum, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrabústovnunum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Arbeitt verður við at menna tænastuna til borgaran til eina rehabiliterandi tilgongd, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum og stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv við røktarstarvsfólk og ergoterapeutar. Fysioterapeuttoymið er staðsett í Heilsuhúsinum, ið veitir tænastu til heimabúgvandi borgarar, og har tær tvørgangandi tænasturnar verða skipaðar.
Vit søkja eftir:
- Einum fysioterapeuti ella annað starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving í eitt barnsburðarfarloyvisstarv á setanarbrøki 0,75 til 30 juni 2024 at byrja 2. januar 2024 ella skjótast gjørligt
- Einum fysioterapeuti til fast starv, á setanarbrøki 0,8 ella eftir nærri avtalu, at byrja 2. januar 2024 ella skjótast gjørligt. Hetta starvið er á Urd, sum er nýggi Umlættingar og Rehabiliteringsdepilin, í øllum førum tað fyrsta árið
- Einum starvsfólki við viðkomandi útbúgving á setanarbrøki 0,8 ella eftir nærri avtalu at byrja 2. januar 2024 ella skjótast gjørligt