Lýsing
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri aktiviteti og luttøku hjá aldrandi borgarum? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir einum ergoterapeuti til fast starv frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu.
Talan er um avbjóðandi og gevandi starv, har lyklaorðini fyri ergoterapeutiska arbeiðið eru aktivitetur og luttøka fyri tann eldra borgaran í Tórshavnar Kommunu.
Tú kemur at arbeiða í einum toymi við 10 øðrum ergoterapeutum og einum heilsurøktara.
Tú kemur at arbeiða mest við rehabilitering, endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing og hjálpartólum til tann eldra borgaran bæði í egnum heimi og á røktarheimi.
Vit søkja eftir:
- Einum ergoterapeuti á brøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna