Lýsing
Landssjúkrahúsið søkir eftir depilsleiðara við viðkomandi heilsufakligari útbúgving til Bráðdepilin.
Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræði til, saman við leiðandi yvirlækna, at standa á odda í arbeiðinum at leiða og menna depilin. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðum, ið verða tiknar.
Vit ynskja ein leiðara sum er fyrikomandi, og hevur lætt við at skapa relatiónir tvørtur um deildir og sjúkrahús. Tú hevur nærlagni og brennur fyri, at starvsfólk tíni mennast og eydnast, bæði sum einstaklingar og sum toymi. Tú dugir at motivera og skapa samfesti í einum fjøltáttaðum dagligdegi og stuðlar soleiðis undir, at ásett mál fyri Sjúkrahúsverkið verða rokkin.
Sum leiðari á Bráðdeplinum kanst tú vænta eitt spennandi starv, við nógvum dugnaligum starvsfeløgum. Stórur dentur verður lagdur á fakliga støðið og at vit hava umsorgan fyri einstaka sjúklinginum.
Bráðdepilin fevnir um deildirnar anestesi, intensiv við bráðmóttøku og viðrakning, læknavaktina, leiðbeining, sjúkraflutningstænastuna, Sum nakað nýtt er Fysio- og ergoterapideildin, umframt eitt toymið mannað við sálarfrøðingi, neurosálarfrøðingi og logopedum, sum hava tvørgangandi arbeiðsupgávur á teimum ymsu deplunum og í Sjúkrahúsverkinum, eru staðsett á Bráðdeplinum.
Ábyrgdarøki
Depilsleiðarin við viðkomandi heilsufakligari útbúgving hevur saman við depilsleiðaranum við læknafakligari bakgrund ábyrgdina av leiðsluni á deplinum. Hesi avloysa hvønn annan, tá onkur teirra er burtur.
Depilsleiðarin hevur saman við hinum partinum í depilsleiðsluni í tráð við strategiina hjá Landssjúkrahúsinum ábyrgdina av starsvfólkaleiðslu og er stigtakari til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum á deplinum.
Depilsleiðslan skal leggja til rættis, samskipa og optimera virksemið og tilfeingisnýtsluna, soleiðis at veitt verður ein so munadygg tænasta til sjúkling og avvarðandi sum gjørligt innan givnar karmar.
Depilsleiðarin gerst partur av einum virkisfúsnum leiðarabólki, sum við áræði og eldhuga arbeiðir fyri at menna Bráðdepilin, samstarva og samskifta nógv við sjúkrahússtjórnina, umframt depilsleiðslur og stápar á LS sum heild.
Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðir, ið verða tiknar.
Arbeiðsuppgávur
- seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtíðar tørv og krøv, við atliti til tillutaða tilfeingið
- at tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og at kunna meta um býtið av tilfeinginum i serstøkum og akuttum støðum
- at verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning
- at fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
- at góðskutryggja og menna virksemið
- at virka miðsavnandi fyri alt økið
- at verða fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av játtanini
Vit vænta at tú hevur
- Viðkomandi heilsufakliga útbúgving. Kann verða fyrimunur at hava master/eftirútbúgving
- royndir innan leiðslu og fyrisiting
- royndir frá sjálvstøðugum arbeiði við skiftandi uppgávum
- góð leiðslu- og tvørfaklig samstarvsevni
- framskygd/ur við hugflogi
- stigtakari innan fakliga og organisatoriska menning
- evni at raðfesta og skipa arbeiðið
- góð analytisk evni
- góðar førleikar at samskifta
Eisini vænta vit:
at tú hugsar strategiskt, torir at royna nýggjar mannagongdir og kanst verða við til at menna avrik á deplinum,
at tú klárar at seta eina greiða kós, sum samsvarar við yvirskipaðu málini fyri Landssjúkrahúsið og Sjúkrahúsverkið
at tú kanst standa á odda fyri, skipa og menna uppgávur á ein greiðan og sjónligan hátt.
Tað er týdningarmikið, at tú megnar at síggja loysnir, sum fata um fleiri fakøkir.
Tú verður partur av einum depli við fjøltáttaðum fakkunnleika og uppgávum. Tískil er neyðugt, at tú dugir at samskifta og samstarva við fólk, sum hava ymisk sjónarmið og ymiskar royndir.
Vit bjóða:
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum
- Eitt fjølbroytt starv, har tú fært ávirkan og ábyrgd av menningini í deplinum
- Samstarv við leiðarar og starvsfólk á deplinum
- Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fást við at venda sær til Gunnvá Guttesen, varastjóra tlf. 234570 ella á, t-post gungu@ls.fo ella Tummas í Garði, varastjóra á. T-post: tunga@ls.fo
Umsóknarfreistin er: 30.11.2023
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.