Lýsing
Brennur tú fyri at arbeiða nýskapandi og fyribyrgjandi, og leingist tær eftir avbjóðingum, so er tað kanska tær, vit sóknast eftir til nýggja dagtilhaldið fyri fólkapensjónistar, sum í næstum skal lata upp á Viðareiði. Talan er um fast starv frá 1. januar 2024 á starvsbroti 0,5. Arbeitt verður gerandisdagar.
Førleikakrøv og karmar
Endamálið við dagtilhaldinum er at stuðla undir ein skipaðan, innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av lívsgleði og trivnaði, og at styrkja sjálvsavgerðarrættin við støði í førleikum, ynskjum og tørvi hins einstaka.
Dagtilhaldið verður ein samantvinning av einum opnum dagtilhaldstilboði og einum visiteraðum tilboði til fólkapensjónistar, sum hava fingið staðfest eina demenssjúku. Tí krevur starvið heilsufakliga ella námsfrøðiliga útbúgving. Harafturat kunnu royndir innan demensøkið vera fyrimunur.
Í hesum starvinum hava persónligir eginleikar og fakligir førleikar stóran týdning. Vit vænta tí, at tú hevur hugflog og megnar at leggja til rættis virksemi, ið gevur meining fyri tann einstaka og harvið kveikja ein lívsjáttandi gerandisdag.
Eisini verður væntað, at tú ert fleksibul, sýnir tol, dugir at síggja ymiskar og skiftandi tørvir og at handla í mun til hesar í tøttum samstarvi við deildarleiðaran. Tí eru góð evni at samskifta, samskapa og leggja til rættis týðandi eginleikar.
Talan er um nýtt tilboð, sum skal byggjast upp og støðugt tillagast, og tí verður væntað, at tú tolir broytingar, bæði í arbeiðstíð, kørmum og innihaldi.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar avbjóðingar, og fert tú bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við deildarleiðara, aðrar eindir í NBH, borgarar og avvarðandi teirra.
Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg nærri um her: https://nbh.fo/nbh/.
Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølum hjá NBH.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarðandi fakfelag.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monicu Ziska, deildarleiðara, á tel. 793490 ella við telduposti til monicaz@nbh.fo.
Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.
Umsóknarfreistin til starvið er 29. november 2023.