Roðin økistænastan
Útgivið
27. november 2023
Útgongur
6. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heimatænastan í Roðanum søkir eftir tveimum røktarstarvsfólkum til heimahjálparabólkin.

Talan er um tvey størv á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Vit eru tó opin fyri at gera tillagingar í starvsbrøkinum, um ynski er um tað. Annað starvið er farloyvisstarv frá 1. januar 2024 til 1. januar 2025.

Arbeitt verður í skiftandi dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti. Størvini eru til setan frá 1. januar 2024 ella sum skjótast.

Heimahjálp verður veitt borgarum, sum hava tørv á persónligari og praktiskari hjálp, umsorgan, røkt og stuðli við endamálið at fyribyrgja sjúku, stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivnaði borgarans. Málið er at viðlíkahalda førleikar og endurmenna mistan førleika, - og soleiðis stimbra møguleika hins einstaka at klára seg í egnum heimi.

Førleikar

  • Útbúgving sum heilsurøktari
  • Útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at veita eldri borgarum hjálp og røkt
  • Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða sjálvstøðugt í tvørfakligum toymi í menning
  • Jaligan hugburð
  • KT-førleika á brúkarastøði
  • Koyrikort

Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

Vit bjóða tær

  • Góða upplæring
  • Spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastum
  • Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á

Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Toftegaard, deildarleiðara í heimatænastuni Telefon 793304 ella við telduposti til kristbjorgt@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”røktarstarvsfólk til heimatænastuna”

Umsóknarfreistin er 6. desember 2023.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið