Landssjúkrahúsið
Útgivið
27. november 2023
Útgongur
11. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir royndum sjúkrarøktarfrøðingi innan endoskopi til setan frá 1. januar 2024. Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 í dagtíð 8-16, yrkadagar.

Endoskopiin er ein eind av skurðgongini á Landsjúkrahúsinum. Ì skopiini starvast 4 sjúkra-røktarfrøðingar, harumframt eru 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini og 3 sterilassistentar í eindini, sterilsentralurin.

Í endoskopiini verður tikið ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðar. Sergreinir innan endoskopiina eru; koloskopiir, gastroskopiir, ERCP o. a.

Førleikar 

  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Sjúkrarøktarfakligar royndir innan skopi
  • Kreativitetur og fleksibilitetur
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • At miðla vitan bæði á deildini og til aðrar samstarvsfelagar
  • Telduførleiki (serliga er kunnleiki til Cosmic ein fyrimunur)

Vit kunnu bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 5200, gudli@ls.fo ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, lokal 5102, elivi@ls.fo

Umsóknarfreistin er 11. desembur 2023 á midnátt.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skula havast við til møguliga samrøðu.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”um stovnin”

Líknandi størv

Leiðari til sambýlir í Havn   Faroe Islands nýtt
23. december 2025
23. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið