Lýsing
Hevur tú hug og hegni at royna teg sum fakligur samskipari á einum øki, ið er undir uppbygging, so er hetta starvið nakað fyri teg.
Talan er um eitt nýtt, spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum. Tú verður partur av fólkaskúlatoyminum, ið hevur sum meginuppgávu at starvast við fyrisiting av fólkaskúlanum, frískúlum, sernámsfrøðiliga økinum og frítíðarundirvísing. Sum fakligur samskipari kemur tú at vera partur av nýggjum tvørgangandi bólki í Undirvísingarstýrinum, ið skal tryggja undirvísingartilboð í føroyskum sum annað mál í øllum útbúgvingarøkinum.
Um starvið
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum saman við toyminum fer at hava hesar høvuðsuppgávur:
- at standa á odda fyri at menna virkisøkið Føroyskt sum annaðmál í síni heild
- samskipa undirvísing kring landið í føroyskum sum annað mál fyri vaksin
- hava ábyrgd av at tryggja neyðugu dygdina í undirvísingini í føroyskum sum annaðmál
- luttaka í netverkum, ið eru viðkomandi fyri økið
- saman við viðkomandi áhugapørtum vera við at menna og tryggja framhaldandi skeiðs- og eftirútbúgvingarvirksemi á økinum
- viðgera og taka avgerð í viðkomandi fyrisitingarligum málum á økinum
- vera virkin í tvørgan gandi verkætlanum og menningararbeiði í stýrinum
- aðrar fyrisitingarligar uppgávur, sum verða lagdar til samskiparan og toymið
Førleikakrøv
Vit vænta, at okkara nýggi starvsfelagi:
- hevur viðkomandi hægri útbúgving á master stigi, innan økið
- megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn er væl skipað/-ur og hevur hegni til fyrisiting
- hevur góð samstarvsevni, verður ein liðspælari og eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- er tænastusinnað/ur
- hevur vilja og evni at royna nýggjar leiðir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur fyrisitingarligar ella undirvísingarligar royndir á økinum.
Setanarviðurskifti
Starvið verður lýst til setanar frá 1. januar 2024 ella skjótast til ber.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og AKF.
Økið verður í løtuni bygt upp, og má tann, ið settur verður, tola broytingar í starvinum
Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum øðrum skjølum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 18. desember 2023 kl. 12.00.
Umsóknin verður stílað til:
Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn
ella við t-posti: undirvising@uvs.fo
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra, tlf. 555045.
Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólkamiðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikkskúlaskipanin og Vegleiðingarstovan partar av stýrinum. Undirvísingarstýrið stendur fyri menningini av Kervi+ og Skúlanet. Í Undirvísingarstýrinum starvast 31 ólk