Lýsing
Vit leita eftir borivognsførara til borivogn at byrja skjótast til ber.
Arbeiðsøki
- Kemur at koyra borivogn og arbeiða í ymiskum verkætlanum runt landið.
Tína vangamynd
- Tað er umráðandi, at tú er arbeiðssamur, sjálvstøðugur, røkin, fleksibul og hevur góð samstarvsevnir.
Vit vænta, at tú
- er røkin og álítandi
- er arbeiðsom/-samur
- hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða
- Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.
- Nútímans útgerð.
- Tú hevur eisini møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga.
- Eitt arbeiðspláss, har tú upplivir dygd, trygd og trivnað.
- Eitt fjølbrott arbeiðspláss
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða samsvarandi royndum
Meira at vita
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Torleif Waagstein, leiðari fyri verklag, á telefon 216122.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. desember 2023. Tú søkir starvið her.
ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 330 fólk.