Lýsing
Í Havn fyri børn og ung við autismu.
Um størvini
Tvey størv 30 tímar um vikuna byrja 01.01.2024 ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum ímillum kl. 11.00 og kl. 17.00 og eitt kvøld um vikuna til kl 21. Starvsstaðurin er í Frítíðartilboðnum á Tinghúsvegnum.
Um 30 tímar um vikuna er ov fáir tímar er møguleiki er fyri at fáa eitt vikuskiftið um mánaðin á øðrum stovni í eindini, fyri at fáa fullan brøk.
Eisini verður søkt eftir fólki at avloysa í sambandi við sjúku, feriu, avspáking, skeið og annað
Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur ella ergoterapeutur kann vera ein fyrimunur, men tað er ikki ein treyt fyri starv. Umsøkjari, sum hevur arbeiðsroyndir innan autismuøkið kann hava fyrimun. Um eingin við nevndu førleikum søkir, kunnu størvini verða fyribilssett við hjálparfólki.
Um frítíðartilboðið og uppgávur
Um tú vilt gera ein mun fyri børn og ung við autismu og um tú brennir fyri at skapa karmar fyri menning og trivnaði, so hevur tú møguleikan at blíva okkara starvsfelagi í okkara fantastiska og heilt serstaka frítíðartilboði.
Frítíðartilboðið er opið skúladagar eftir skúlatíð og er ætlað børnum og ungum við autismu úr 3. flokki upp til 18 ár. Harafturat skipa vit fyri klubbvirksemi eitt kvøld um vikuna.
Vit eru eitt eldhugað toymi, sum strembar eftir at skapa eitt stuttligt, stimbrandi og mennandi frítíðartilboð. Í einum námsfrøðiligum umhvørvi virka vit fyri, at børnini og tey ungu fáa ein mennandi og fjølbroyttan gerandisdag við innihaldsríkum tilboðum.
Vit arbeiða eftir ávísum námsfrøðiligum leisti og taka støði í tí einstaka, soleiðis at hann fær bestu umstøður at mennast. Ein týðandi uppgáva er at stuðla børnunum og teimum ungu í teirra persónligu og sosialu menning. Harumframt er uppgávan at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera og lívsvirði eru í hásæti.
Vit uppbyggja og varðveita álitisfullar relatiónir, vit skipa fyri mennandi námsfrøðiligum aktivitetum, vit menna og eftirmeta námsfrøðiligar virkisætlanir og vit uppbyggja og varðveita eitt gott og álitisvekjandi samstarv við avvarandi.
Nakað av skrivligum uppgávum er í arbeiðinum, og tí verður væntað, at umsøkjari hevur kt-førleika á brúkarastøði, umframt koyrikort til bil.
Í frítíðartilboðnum er skráin fjølbroytt. Børnini gera ymisk ítriv, t.d. mála, tekna, spæla spøl, lesa søgur og annað, sum mennir motoriskar og bókligar førleikar.
Væntanir til umsøkjarar
Vit leita eftir fólki, sum brenna fyri at arbeiða við sernámsfrøði, og sum leggja dent á samskifti í breiðastu merking yvirhøvur.
Tað er umráðandi, at umsøkjarin hevur hug og hegni at arbeiða í einum skipaðum umhvørvi. Vit vænta at umsøkjarin leggur dent á gott samskifti við borgarar, avvarðandi, starvsfólk og myndugleikar – eitt samskifti bygt á javnvirði og gjøgnumskygni.
Vit bjóða
- Eitt gevandi starv við lívsjáttandi borgarum
- Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
- Eitt hugkveikjandi arbeiðsumhvørvi við eldhugaðum starvsfelagum
- Góðar arbeiðsumstøður, har dentur verður lagdur á trivnað og námsfrøði.
- Tú fært møguleika at samstarva tvørfakliga, og tú fært upplæring innan fyri autismuøkið.
Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Autisma. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag ella Ergoterapeutfelagið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 11.12.2023 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Andreas Dalsgaard, leiðara á telefon 297424 ella til Elisabeth Christiansen, eindarleiðaraleiðara á telefon 297416