Landssjúkrahúsið
Útgivið
29. november 2023
Útgongur
13. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini.
Vit bjóða ábyrgdarfull størv við góðum arbeiðsumhvørvi, og frálíkum starvsfeløgum.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um, at borðreiða máltíðir til sjúklingar og reingerð av sjúkrastovum og/ella av felagshølum.
Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan.

Á A2 Føðideildini er talan um fastlønt starv í skiftandi vaktum, dag og 3. hvørt vikuskifti.
Tímatalið er í løtuni, umleið 33 tímar um vikuna.

Í samband við, at nýggi H – bygningurin verður í næstum tikin í nýtslu, skal viðkomandi tola broytingar í starvinum.

Hevur tú hug til, at arbeiða nakrar tímar um dagin, um kvøldarnar ella í vikuskiftum er tú eisini vælkomin at søkja!
Um tú søkir avloysarastarv, vinarliga viðmerk tað í umsóknini.

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Eru fyrikomandi arbeiðssom/samur

Upplýsingar:

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 304500, lokal 1240 ella 1245.

Setanartreytir:
Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeidlin.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Freistin at søkja er 13. desember 2023.

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið