Lýsing
Søkt verður eftir fólki til fast starv í leiðbeiningini á 19,5 tímar um vikuna frá 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin skiftir ímillum fyrrapartar og seinnap9artar.
Leiðbeingingin er opin gerandisdagar frá kl. 8.00-15.30. Í leiðbeiningini starvast tvey fólk fast, umframt ein avloysari.
Uppgávurnar í vekslaranum/leiðbeiningini eru m.a.
- avgreiðsla av telefonsamskifti
- at leiðbeina sjúklingar og vitjandi til rætta viðkomandi
- umsiting av kassa/banka
- postavgreiðsla
- skráseting av sjúklingum
- at fyriskipa praktisk viðurskifti í sambandi við yvirflytingar av sjúklingum, ið skulu til útlandið
- aðrar fyrifallandi uppgávur.
Vit sóknast eftir starvsfólki, ið
- er fyrikomandi og dugir væl at orða seg
- er tænastusinnað og hevur góð samstarvsevnir
- er ábyrgdarfult og kann arbeiða sjálvstøðugt
- er fleksibult og sær avbjóðingar fram um forðingar
- hevur góðan telduførleika
- dugir at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
- skrivs tovuútbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
Vit bjóða
- eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum, har ongin dagur er eins
- eitt áhugavert arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum fakbólkum og uppgávum
- skipaða innleiðslu.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnbjørg Guttesen, virkandi stjóra á tlf. 34 33 00 ella teldupost gunnbjorg@ssh.fo.
Umsóknir við viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@ssh.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 14. desember 2023.