Apotekið, framleiðslueindin
Útgivið
4. december 2023
Útgongur
14. december 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Framleiðsludeildin søkir eftir farmaseuti, ið hevur førleikar og áhuga at arbeiða innan heilivágsframleiðslu. Viðkomandi verður partur av fakliga stuðulstoyminum, ið hevur til endamáls at tryggja, at føroyska framleiðslan lýkur galdandi GMP-krøv og onnur faklig tilmæli. Harumframt skal viðkomandi vera við til at tryggja føroysku sjúkrahúsunum støðugar veitingar.

Starvið
Arbeiðsuppgávurnar koma í høvuðsheitum at umfata:

  • Góðkenna framleidda vøru og skriva SOP’ar, frávik og onnur góðskuskjøl
  • Vera við til at fremja váðametingar, kvalificeringar og valideringar í framleiðsluni
  • Ábyrgd fyri aseptiskari og aðrari heilivágsframleiðslu
  • Ábyrgd fyri at telduskipanir í framleiðsluni liva upp til GMP (annex 11)
  • Íverkseta talgilda skipan til framleiðslu av aseptiskum blandingum
  • Vera við til at tryggja  eitt skynsamt úrval av heilivági til sjúkrahúsið

Tínir førleikar

Tú ert útbúgvin farmaseut og hevur stóran áhuga fyri heilivágsframleiðslu og GMP. Royndir innan heilivágsframleiðslu, GMP-arbeiði og veiting av sjúkrahúsvørum, er ein fyrimunur. Tað kann eisini vera ein fyrimunir, um tú hevur royndir at arbeiða við smærri verkætlanum.

Vit vænta, at tú ert álítandi, ágrýtin og dugnalig/ur. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum uppgávurnar verða loystar á einum fakliga høgum støði.

Harafturat vænta vit, at tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis og megnar at hava eyguni við fleiri uppgávum samstundis. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at vera við til, at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á eina høga góðsku í arbeiðnum og ein góðan trivnað millum starvsfólkini.

Setanarviðurskifti
Starvið er fulltíðarstarv, og verður sett skjótast gjørligt.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Pharmadanmark og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 14. desember 2023. Umsóknir skulu sendast við at trýsta her.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo

Framleiðsluapotekið
Framleiðsluapotekið er eind undir Apoteksverkinum, sum fevnir um eina Framleiðsludeild og eina Góðskudeild. Vit eru áleið 30 starvsfólk knýtt at Framleiðsluapotekinum og starvsstaðurin er í Tórshavn.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið