Lýsing
Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum sniðgeva til marknaðardeild okkara at byrja sum skjótast.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna breitt. Vikuliga kemur tú at framleiða lýsingabløð, tilfar til heimasíður, skermar, prentlutir og sosialar miðlar til allar handlarnar í samtakinum. Harafturat kemur tú, saman við starvsfeløgunum á marknaðardeildini, at verða partur av kreativu menningini at sniðgeva og samskipa í samband við fleiri spennandi verkætlanir.
Í samtakinum arbeiða vit við nógvum verkætlanum samstundis, og tí er umráðandi, at tú dugur at arbeiða skipa, hóast nógvir bóltar eru í luftini.
Vit ímynda okkum, at tú hevur útbúgving og royndir innan grafiskt arbeiði, marknaðarføring ella líknandi. Tú meistrar tey grafisku forritini og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, men ert eisini ein alítandi viðleikari.
Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir við Meta og SoMe og samstundir dugir væl at orða teg á føroyskum.
Talan er um fulltíðarstarv, har løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Vilt tú hava meira at vita um starv ella starvssetan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Susan Brockie, marknaðarleiðara, á telefon 791906 ella teldupost susan@sms.fo.
Umsókn við CV og møguligum viðkomandi tilfari skal sendast umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2280 í seinasta lagi sunnukvøldið 17. desember 2023.
Starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Um SMS
SMS samtakið eigur og rekur handlar og matstovur kring alt landið. Vit reka í dag sølumiðstøðirnar SMS og Miðlon, bakaríið Mylnan, Bónus-handlarnar, Miklagarð, matarstøðini í SMS og Angus Steakhouse í Tórshavn og Klaksvík. Harafturat eiga vit í handlunum Demmus, Rumbul, Sheep, í kondittarínum Omaná og í Burn Fitness.