Lýsing
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi at avloysa á kardiologisku starvsstovuna á G3
Setanin er 1. januar til 31.desembur 2024, ella eftir avtalu. Starvsbrøkurin er 0,8 við vikuskiftisvaktum á B8/H1, 4. hvørt vikuskiftið.
Arbeiðið á kardiologisku starvsstovuni fevnir um ymiskar uppgávur, bæði sjálvstøðugar og saman við lækna.
Arbeiðsuppgávururnar fevna m.a. m
- Avlesa holter
- Gera arbeiðs-EKG og døgn blóðtrýstmáting
- Taka EKG, BT og onnur virðir av sjúklingunum
- Assistera lækna við ymiskum kanningum sum t.d. TEE
- Gera ekko, um tú hevur førleikar
Vit bjóða
- Innleiðslu og upplæring
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum og fjølbroyttum uppgávum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
Vit leggja dent á
- Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Royndir innan hjartaøkið
- Fakligigan áhuga innan hetta serøkið
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Góðan telduførleika
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Evu Mortensen Holm, deildarleiðara á Medisinsku Ambulatoriunum tlf. 304500 lokal 6250 Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.
Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum
Umsóknarfreistin er 21. desembur 2023
Vinarliga søk starvið her.
Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Leys størv”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.