Lýsing
Smyril Line sóknast eftir fulltiknum dekkara til Norrönu. Vit bjóða eitt fjøltáttað starv, har trivnaðurin er í hásæti.
Høvuðsuppgávurnar í starvinum eru at luttaka í allari lasting/lossing, og harumframt at luttaka á fundum í samband við skipan av lasting/lossing. Tú kemur eisini at luttaka í øðrum fyrifallandi uppgávum í samband við rakstur, tænastu og trygd á skipininum, at hava kagtænastu á brúnni og at halda dekkið reint.
Tú
Vit sóknast eftir einum fyrikomandi og arbeiðssomum persóni við góðum samstarvsevnum.
Harumframt hevur tú:
- Vinnubræv reg. II/5 sum fulltikin dekkari
- Trygdarskeið, brandskeið og heilsuprógv
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Sjómannadeild Føroya Fiskimannafelags og Reiðaraefelagið fyri Handilsskip.
Vit bjóða eina skiftisskipan áljóðandi 4 vikur úti og 4 vikur heima.
Starvssetan og umsóknarfreist
Ynskiligt er, at tú kanst mynstra 6. januar 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 4. januar 2024.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni ella við at senda ein teldupost á hr@smyrilline.fo.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við yvirstýrimannin umborð á Norrönu á tel. 344844 ella umvegis teldupost á chief.officer@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.