Útgivið
20. december 2023
Útgongur
11. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Nánd lýsir eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til køkin á eldrasambýlinum Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 17 bú- og umlættingarpláss.

Arbeiðið fevnir um at keypa inn, gera matskrá, tilevna máltíðir til búfólkini og til heimabúgvandi borgarar umframt at halda køkin. Mánadag til fríggjadag eru tvey starvsfólk og í vikuskiftinum er eitt starvsfólk í køkinum. Hetta starvið er 25 tímar um vikuna mánadag til fríggjadag.

Vit vænta at tú

  • sært týdningin av at gera føðslugóðan og fjøltáttaðan mat til eldri fólk
  • hevur hegni til at kveikja undir hugnaliga samveru og sært týdningin av hesum
  • hevur førleika at fáa til vega góðar rávørur
  • hevur ans fyri at fáa sum mest burturúr tilfeinginum

Umsøkjari við køksfakligari útbúgving og/ella royndum kann hava fyrimun.

Persónligir eginleikar

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • Samstarvssinnað/ur og jalig/ur
  • Røkin og arbeiðssom/samur
  • Tolir broytingar og til tíðir stórt arbeiðstrýst

Vit kunnu bjóða

  • Eitt sjálvstøðugt starv
  • Møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

 

Starvssetan og løn
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til deildarleiðaran og tekur við starvinum tann 1. februar 2024 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

 

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2024 kl. 12 Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: elsebeth@eystur.fo

Um Nánd
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tú hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á Nánd

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið