Lýsing
Hevur tú hollan kunnleika til at savna inn, greina og tulka hagtøl fyri at kunna taka skilagóðar avgerðir, tá ið talan er um rakstur, viðlíkahald, menning og trygd av farnettøkni? Vit leita eftir datafrøðingi til nýggju RAN-deildina.
RAN-deildin er nýggj deild á FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum. Yvirskipaða endamálið við deildini er at tryggja eitt sterkt, inkluderandi og burðardygt farnet, sum hevur nóg mikið av kapasiteti til allar føroyingar.
RAN-deildin er sjálvstøðug deild á FT Samskifti og var sett á stovn um ársskiftið 2022/2023, tá ið FT Samskifti og Nema gjørdu avtalu um at samstarva um RAN-netið, sum eru sendistøðirnar í nýggja Ericsson-farnetinum hjá FT Samskifti.
Samstarvið hevur við sær, at báðir veitararnir framyvir bjóða sama dekning og somu ferð, men kappast um produktir og tænastur við at hava hvør sína kjarnu. RAN-deildin hevur til endamáls at tryggja javnbjóðis atgongd til RAN-netið, og ábyrgdarøkini eru:
- Rakstur, viðlíkahald og menning av 5G, 4G, 3G og 2G-tøkni í RAN-netinum
- Tænastuveiting til FT samskifti og Nema, sum nýta RAN-netið
- Samstarv við uttanhýsis veitarar og aðrar samstarvspartar í Føroya Tele-samtakinum
Væntanir og krøv
Í starvinum sum datafrøðingur eru nágreiningar av farnethagtølum ein stórur og alneyðugur partur av arbeiðsdegnum. Hesar nágreiningar skulu tryggja, at skilagóðar avgerðir verða tiknar í sambandi við rakstur, viðlíkahald, menning og trygd av RAN-netinum.
Vit vænta, at tú hevur hollan kunnleika til innsavning, greining og tulking av hagtølum, og at tú hevur viðkomandi útbúgving í KT-verkfrøði við serfrøði í Data Science ella líknandi. Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og arbeiðir væl sjálvstøðugt.
Tínar arbeiðsuppgávur eru at:
- Savna inn data frá ymiskum keldum; í hesum føri farnetdata
- Viðgera data og eyðmerkja rák, mynstur og frávik í avriki og nýtslu
- Greina hagtøl við ymsum teknikkum
- Gera týðandi visualiseringar við grafum og talvum fyri at geva øllum áhugapørtum innlit
- Viðlíkahalda egna itan fyri at nýta nýggjastu teknikkir og standardir til at viðfara farnetdátur
- Eyðmerkja, viðgera og taka avgerð um nettrupulleikar gjøgnum hagtalsgreining
- Samskifta á greiðan hátt um tøkni við ikki tøkniligar áhugapartar
Harumframt vóna vit, at tú hevur áhugað í farnettøkni; herundir:
- KPI (Key Performance Indicator) fyri at nema tær vitan um farnet-KPI til at eftirmeta góðskuna í farnetinum
- Quality of Service (QoS) fyri at nýta hagtøl at máta og bøta um góðskuna av kundaupplivingini í farnetinum
- Kapasitetsplanlegging við at nýta hagtalsdata til at planleggja uppstigan og víðkan av farnetinum grundað á nýtslumynstur og framsóknir
Vit bjóða
Starvið er spennandi og mennandi og fer fram í góðum umhvørvi, har ið stórur dentur verður lagdur á sjálvræði og møguleikan at tillaga arbeiðsdagin í samstarvi við starvsfelagarnar.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og toymið hevur stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Toymið er stuðlandi, rúmar ymiskleika og tryggjar, at tann, sum verður settur í starvið, fær neyðugu vitanina um farnettøkni fyri at kunna arbeiða innovativt við nýggjum møguleikum.
Arbeiðsstaður og samband
Arbeiðsstaður er í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík, og løn er sambært viðkomandi sáttmála. Freistin at søkja starvið og senda umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum er sunnudagin 7. januar 2024. Starvið verður sett eftir nærri avtalu.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Jónu Olsen, RAN-stjóri, á tel. 243531 og t-post jo@ft.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á tel. 243009.