Tjaldurs apotek
Útgivið
22. december 2023
Útgongur
5. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki til Fjardeildina, at byrja 15. januar 2024. Talan er um fulltíðarstarv.

Tínar arbeiðsuppgávur

  • Móttøka av vørum.
  • Seta vørur upp á pláss.
  • Samábyrgd fyri at fylla í vørurobottin og tryggja, at hann virkar væl.
  • Ein dag um vikuna er neyðugt at arbeiða út á kvøldið.
  • Annað fyrifallandi arbeiði.

Vit vænta, at tú hevur

  • EDV førleika á brúkarastøði.
  • Er kropsliga væl fyri.
  • Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.

Vit kunnu bjóða tær

  • Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
  • Fittar og fryntligar starvsfelagar.

Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella við at ringja á 40 40 40.

Freistin at søkja er 05.01.2024 kl.12:00.

Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 55 fólk við ymiskum útbúgvingum og førleikum, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit veita heilivág til Streymoy, partar av Eysturoy, Vágar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoy og Stóra Dímun. Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim, eldrasambýli og onnur sambýli. Eisini senda vit 100-150 pakkar um dagin við Posta. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 900 kundar hvønn dag beinleiðis um diskin.

Tjaldurs Apotek
R.C.Effersøesgøta 31
100 Tórshavn

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið