Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. december 2023
Útgongur
12. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú fakligt- og menniskjuligt hegni og áræði, og brennur tú fyri betranum av sjúku- og sjúklingagongdum og trygd innan heilsuøkið? So er tað tær vit vilja frætta frá.

Søkt verður eftir einum sjúklingaleiðbeinara í tíðaravmarkað starv, vegna barnsburðarfarloyvi í fulla tíð, frá 1.februar 2024 í uml. 1 ár.

Kjarnuuppgávan sum sjúklingaleiðbeinari er at íverkseta góðar arbeiðsgongdir, har arbeiðshátturin ber brá av djúptøkniligum verkætlanargongdum. Hetta verður gjørt í tráð við visión, missión og virðir hjá Sjúkrahúsverkinum og saman við øllum viðkomandi liðum í organisatiónini.

Arbeiðsuppgávan krevur, at tú megnar at arbeiða á einum djúptøkniligum støði og at ítøkiliggera hesi viðurskifti til greiðar skriftligar og munnligar niðurstøður og virkisætlanir.

Endamálið er, at finna loysnir til avbjóðingar í arbeiðsgongdum og at tryggja samanhangandi sjúklingagongdir.

Sjúklingaleiðbeinarin er við til at menna organisatiónina í mun til trygd og dygd í Sjúkrahúsverkinum, til frama fyri sjúklingin.

Arbeiðsuppgávur:

  • Tryggja samband og samstarv til deplar og deildir, har tað er neyðugt at taka tøk bæði í mun til sjúku- og sjúklingagongdir
    • Sjúklingagongdir: Er organisatoriska arbeiðslagið í mun til viðgerðargongdina hjá sjúklinginum ella sjúklingbólkinum. Tá arbeitt verður við sjúklingagongdum krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at fylgja, greina, vísa á og fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørturum fakbólkar, ið bøta um sjúklingagongdirnar í organisatiónini.
    • Sjúkugongdir: Er at taka fatur í ítøkiligum viðgerðargongdum hjá sjúklinginum. Til tað krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at vegleiða, vísa á og ganga undan, sum at fáa sjúkugongd hjá ávísum sjúklingi ella sjúklingabólki í ljósmála, raðfestan og í rættari tíð fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørturum fakbólkar, ið bøta um sjúkugongdirnar hjá sjúklinginum og sjúklingabólkinum.
  • Halda eygað við sjúku- og sjúklingagongdum, so átøk verða grundað og greinað í mun til dátuyvirlit yvir møgulig betranarøkir.
  • Greina, lýsa og ráðgeva bæði munnliga og skrivliga í mun til ítøkiligar avbjóðingar, ið eru knýttar til tvørgangandi sjúku- og sjúklingagongdir.
  • Avdúka tørv, seta gongd á undirvísing og kunning til tvørfakliga samstarvið um sjúklingagongdir og halda organisatiónini og starvsfólkunum fast í hesum.
  • Viðvirka til sjónliggerðan av góðum samanhangandi sjúklingagongdum.
  • Íverkseta, vegleiða og samskipa menningarátøk fyri tvørgangandi sjúklingagongdir.

Umframt at arbeiða saman við egnari leiðslu, starvsfeløgum, viðkomandi deplum og deildum, er tætt samstarv t.d. við dygdar- og betranarberar umframt samskifti við sjúklingar og avvarðandi.

Vit bjóða:

  • Eitt starv, ið fær organisatiónina at arbeiða enn betur saman um sjúku- og sjúklingagongdir.
  • Eitt fjøltáttað og avbjóðandi starv, har tú gongur undan í at betra sjúku- og sjúklingagongdir.
  • Eitt starv við ábyrgd fyri íverksetandi hugskotum og loysnum.
  • Eitt starv har tú, á einum felagspalli, fært møguleika at varpa ljós á sjúklingsins tørv og ta dygd og trygd Sjúkrahúsverkið skal veita í mun til sjúku- og sjúklingagongdir.

Førleikakrøv:

  • Góðkenda heilsufakliga útbúgving og víðari útbúgving á master ella kandidatstøði.
  • Hollar royndir frá kliniska økinum við breiðum kunnleika til sergreinar innan sjúkrahúsviðgerð.

Persónligir eginleikar:

  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og at raðfesta.
  • Dugir at samstarva internt í Sjúkrahúsverkinum og við primera geiran, um neyðugt.
  • Hevur heildaryvirlit, vegleiðir og gongur undan í samskipan og samskifti.
  • Hevur organisatoriskt tilvit í eini stórari organisatión.
  • Er opin og tænastusinnað/ur.
  • Hevur royndir og áhuga í arbeiðinum við sjúklingum, ið eru álvarsliga sjúkir.
  • Megnar at arbeiða ítøkiliga og tøkniliga við skiftandi verkætlanarlíknandi uppgávum.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Starvið er skipað og undir leiðslu av Stápsleiðaranum í Kliniska stápi og er starvið staðsett í eindini Dygd og Betran í Landssjúkrahúsinum. Starvsinnihaldið er alt kliniska økið í Sjúkrahúsverkinum. Arbeiðsøkini eru skiftandi, og tí hava sjúklingaleiðbeinarar breiðar samstarvsrelatiónir.

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sonni Óli Djurhuus Stápsleiðara í Klinsika stápi á tlf. 234538 ella á t-posti: sondj@ls.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. Januar 2024

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 Kliniskur Stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi.
Yvirskipað hevur Kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar.Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í kliniska stápinum, so tær stuðla undir virkseminum í samlaða Sjúkrahúsverkinum.
Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum.
Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum. Á Kliniski stápi eru hesi virksemi, Hagtalsserfrøði, Sjúklingaleiðbeinarar, Dygdarmennarar, Smittuverja, umframt Uttanlandstænastan, Sjúklingahotellið Tórshavn og Farmasi.
Tilsamans arbeiða áleið 50 starvsfólk, við ymiskum uppgávum og útbúgvingum í skipaðum eindum í Kliniska stápi.

 

Líknandi størv

10. november 2025
Handverkari til Ítróttaanlegg   Faroe Islands nýtt
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið