Lýsing
Starv sum fulltrúi í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini er leyst at søkja til setan 1. mars 2024.
Lýsta starvið er eitt barsilsfarloyvið frá 1. mars 2024 til 28. feb 2025, og tað kann blíva talan um fasta setan, tá ið barsilsfarloyvið er av.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og kunnu fevna um øll økið, sum fyrisitingin arbeiðir við.
Sum fulltrúi í Heilsu- og umsorganarfyrisitingini fert tú at arbeiða við málsviðgerð, gera greiningar og frágreiðingar, hava samband við borgarar, gera mál klár til politiska støðutakan, vera við til at seta politiskar samtyktir í verk, og vera við í ymsum verkætlanum. Av øðrum uppgávum kunnu nevnast skipan og verksetan av mannagongdum t.d. innan GDPR og tvingsilslógini.
Tú fer eisini at hava samband við borgarar, starvsfólk á eldraøkinum og í miðfyrisitingini, politisku skipanina og tætt samstarv við starvsfelagar og heilsu- og umsorganarstjóran.
Starvsstaðið er í hølum í gamla posthúsinum á Vaglinum. Í fyrisitingini starvast tveir fulltrúar, tveir dygdarmennarar og tveir skrivarar.