MEST
Útgivið
8. januar 2024
Útgongur
28. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

VERKÆTLANARLEIÐARI Á MEST
Í SAMBAND VIÐ NÝGGJU TURRDOKKINA Á SKÁLA.

Í samband við verkætlanina “Bygging av nýggjari turrdokk á Skála” er tørvur á einum MEST verkætlanarleiðara, sum skal umboða byggiharran MEST mótvegis Arbeiðstakaranum.

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um

  • Túer við frá byrjan av verkætlanini til dokkin verður tikin í brúk
  • Verkætlanarleiðarinumboðandi MEST fær ábyrgdina av at verkætlanin verður avgreidd sum avtalað við arbeiðstakaran
  • Luttøkaá byggifundum millum byggiharra og arbeiðstakara
  • Góðkenningog uppfylging av avtalaseðlum og eyka arbeiði (eyka rokningar/VO)

Útbúgving/royndir
Tú hevur drúgvar royndir við byggiverkætlanum á landi. Helst Havna- og Anleggsverkætlanum. Somuleiðis kennir tú væl til ABF06, AB18, ABR18, ABT v.m.

Vit vænta at tú:

  • ertágrýtin og arbeiðsom/samur
  • klárarat hava fleiri bóltar í luftini í senn
  • ertvæl skipað/ur
  • hevurgóð evni at samskifta

Setanartreytir
Starvið verður sett sum skjótast. Løn sambært avtalu.

Starvið vísir til stjóran á MEST.

Umsókn
Fyrispurningar um starvið kunnu setast til Mouritz Mohr, stjóra, tlf 791130.

Umsóknir saman við CV og møguligum prógvum skulu sendast innan 28 januar 2024.
Leinkja til starvið

MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM-Offshore Service, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni, serliga í Norra. Felagið ræður yvir nýmótans verkstøðum, stórari goymslu við sølu og framkomnari tekni- og verkfrøðingastovu. Um 450 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið