Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. januar 2024
Útgongur
23. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir radiografar til Røntgendeildina. Talan er um eitt fast starv til setan 15. februar 2024, og eitt farloyvisstarv til setan 15. februar 2024 – 31. januar 2025, ella eftir nærri avtalu.

Bæði størvini eru á fulla tíð við tilkallivakt frá heiminum, kvøld/nátt og vikuskifti.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav uml. 25 eru starvast á røntgendeildini.

Á Røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 4 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg
Tú hevur áhuga og árræði til at bjóða teg fram at arbeiða á eini spennandi deild, har tú arbeiðir tætt saman við fakliga dugnaligum starvsfeløgum.

Tú hevur áhuga fyri radiografarbeiðinum, og hevur hug og vilja at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, so vit saman skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivnað á deildini. 

Røntgendeildin ger hesar kanningar:

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/Screening

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin radiografur
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Fakligan áhuga fyri røntgenarbeiði
  • Góðan telduførleika
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað har tú arbeiðir
  • At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við ymisum uppgávum
  • Fakligar kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning fæst við at ringja til deildarleiðaran Lisu Frederiksberg, tel 304500, lokal 5507.

Umsóknarfreistin er tann 23. januar 2024

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið