Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
10. januar 2024
Útgongur
24. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt starv sum køkshjálp frá 1. mars 2024 – 28. februar 2025 er leyst at søkja.

Starvið er 28 tímar um vikuna og er ætlað einum, sum umhugsar at nema sær kostfakliga útbúgving og sum tí kann brúka hetta árið til at fáa betri innlit í yrkið.
Arbeiðstíðin er frá kl. 8.00 til 15.00 gerandisdagar og vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskifti.

Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk. Vit framleiða mat til eina sjúklingadeild, røktarheim og sambýli, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Starvið umfatar lættari matgerð, arbeiði í kantinu, dagliga reingerð, uppvask og annað fyrifallandi.

Førleikakrøv:
Vit vænta av tær, at tú:
- hevur góð samstarvsevnir
- ert arbeiðssom/samur og nærløgd/-lagdur
- ert álítandi og ábyrgdarfull/-ur
- hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
- ert kreativ/ -ur og dugir at síggja møguleikar
- ert tænastusinnað/-ur og fyrikomandi í samband við viðskiftafólk
- ert fleksibul og hevur evni at raðfesta
- hevur sjálvsálit og dirvi til at siga tína hugsan

Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum kørmum, har tú saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum, kanst fáa ávirkan á tænastuna hjá køkinum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.

Løn og setanartreytir smb. sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, leiðara í køkinum, á tel. 229229 ella umvegis teldupost: elisabethak@ks.fo
Umsóknarfreistin er 24. januar 2024.

Umsókn skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo

Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð
við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið