Lýsing
Hevur tú hugin og viljan at læra at gera heilsugóðan og fjølbroyttan mat? So er tað møguliga tær vit leita eftir.
Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðaralærlingi (ernæringsassistent) til setan 1. mars 2024 ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt spennandi lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum umhvørvi, við dugnaligum starvsfeløgum.
Vit ynskja at tú:
· ert ágrýtin, álítandi og ábyrgdarfull-/ur
· dugir at samskifta í skrift og talu, og dugir at nýta teldu á brúkarastøði
· møtir væluppløgd/ -lagdur til tíðina
· hevur gott handalag
· hevur ein jaligan hugburð, sum stuðlar einum góðum arbeiðsumhvørvi
Vit leggja stóran dent á gott og erligt samstarv, har tú ert virkin og tekur ábyrgd fyri at fáa eina so góða útbúgving sum gjørligt.
Skúlakrøv:
· Í minsta lagi 9. flokksprógv frá fólkaskúlanum
· Grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving kann vera ein fyrimunur
Lærutíðin er 3 ár. Skúlagongdin er 3 x 10 vikur í lærutíðini. Tær fyrstu 10 vikurnar kunnu takast í Føroyum. 20 tær seinastu vikurnar eru á tekniskum skúla í Danmark.
Útbúgvingin gevur eina grundleggjandi vitan um matvørur, føðslu og matgerð. Tú lærir um matvørugóðsku, matvørureinføri og at gera heilsugóðan og vælsmakkandi mat.
Meira kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni http://www.ernaerings-assistent.dk/
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið.
Royndartíðin er 6 mánaðir.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Elisabeth Akursmørk, kostfakligan leiðara, á tlf. 229229
Umsókn við CV og prógvum skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 24. januar 2024
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um stovnin”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð
við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.