Lýsing
Ert tú sniðgevi? Og trívist tú í einum umhvørvi við nógvari ferð og spennandi avbjóðingum?
So er tað allarhelst tær, vit leita eftir.
Vit eru ein livandi og framsíggin samskiftisfyritøka, sum leggur dent á at skapa virði saman við okkara kundum. Vit arbeiða á føroyska og altjóða marknaðinum og hava spennandi kundar, sum seta høg krøv til nýhugsan, kreativitet og góðsku.
UM STARVIÐ
Sum sniðgevi á Sansum fert tú at arbeiða við nógvum ymiskum grafiskum uppgávum - heilt frá tí lítla visitkortinum til tey stóru livandi átøkini. Tú fært góðar umstøður og møguleika at arbeiða kreativt við spennandi og nýskapandi átøkum. Tú fert at arbeiða í toymi saman við øðrum sniðgevum, men eisini forritarum, samskiparum og ráðgevum. Eisini fert tú at arbeiða sjálvstøðugt, men altíð við góðum sparringsmøguleikum.
TÚ…
- finnur loysnir og kemur við hugskotum
- hevur ans fyri heildini og smálutunum
- ert forvitin og fylgir væl við nýggjastu rákunum
- ynskir at menna og styrkja tínar førleikar innan sniðgeving
- hevur góð samstarvsevni
- arbeiðir skipað og effektivt
- tekur ábyrgd í tínum arbeiði
- hevur útbúgving og/ella royndir innan grafiska økið
VIT BJÓÐA TÆR
Eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv í einum kreativum og óhátíðarligum umhvørvi, har tað ofta gongur skjótt, og nógvir bóltar eru í luftini samstundis.
UMSÓKNARFREIST
Heldur tú, at starvið ljóðar áhugavert, so send okkum eina umsókn saman við viðkomandi skjølum í seinasta lagi 22. januar 2024. Umsóknin skal sendast til starv@sansir.fo
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett skjótast til ber og lønt sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Tór Verland Johansen, stjóra, á 29 93 72.