Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. januar 2024
Útgongur
24. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikara til Rannsóknarstovuna. Talan er um eitt barsilsfarloyvi frá 15. februar 2024 – 31. januar 2025, ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu.

Sjúkrahúsið og deildin
Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 30 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar fleiri øki, harav biokemi er tað størsta við umleið 1,1 mió. kanningum árliga.

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Eisini samstarvar deildin við aðrar rannsóknarstovur bæði innan- og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum innan biokemi, immunologi og blóðbanka, herundir blóðroyndartøka og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum verður dagligur partur.

Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða sum bioanalytikari, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, til ein góðan trivnað á deildini.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuclearmedisin
  • Neurofysiologi

Krøv til umsøkjarar:

  • Bioanalytikaraútbúgving (danska autorisatión)
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Góðan telduførleika
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum).

Umsóknarfreistin er 24. januar 2024

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Birita K. Samuelsen, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo

Vinarliga søk starvið her.

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið