Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. januar 2024
Útgongur
24. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir heilsustarvsfólk til Røntgendeildina til setan 1. februar 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á fulla tíð.

Um okkum

Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á røntgendeildini.

Á røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 4 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, har nógv ferð er á, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini. 

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Móttøka og skrásetan av sjúklingum
  • Telefonavgreiðsla og teldupostsamskifti við kommunulæknar/sjúkrahús – innan- og uttanlands – um kanningar og prøvatilfar
  • Arbeiða saman við røntgenlækna í Ultraljóðrúmi eftir tørvi
  • Aðrar skrivarauppgávur eftir tørvi

Førleikakrøv:

  • Heilusfakliga útbúgving
  • Tú ert fyrikomandi, erligur og positivur
  • Tú hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú evnar at vera róligur, og hava yvirblikk tá nógv er at gera
  • Tú ert fakliga dugnaligur, støðugur, ágrýtin og dámar nýggjar avbjóðingar
  • Tú gevur títt íkast til góða sjúkingagongd við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú hevur hug at arbeiða fyri góðum samstarvi, bæði mono- og tvørfakligt, við positivari tilgongd til broyting av mannagongdum
  • Tú hevur vilja og áhuga í at miðla vitan á deildini og til aðrar sarvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við fakliga kompetentum og virknum starvsfeløgum
  • Eitt gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patolog, radiografar, bioanalytikarar og aðrar fakbólkar, umframt eksternar samstarvspartnarar og kontakt við sjúklingar
  • Spennandi uppgávur í góðum tvørfakligum umhvørvi, har arbeitt verður við SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini, sum eru karmar um allar kanningar, beskrivilsir, svar og bókingar.
  • Felagsinnleiðsla á sjúkrahúsinum og u pplæring á deplinum.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála við vvarandi felag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja 304500 til Lisu Frederiksberg, deildarleiðara, lokal 5507, Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Umsóknarfreistin er 24. januar 2024

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Leys størv”.

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið