J&K Petersen
Útgivið
12. januar 2024
Útgongur
15. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú verða við til at skipa og menna okkara goymslu og fáa eina góða útbúgving samstundis?

Kom so í læru sum logistikkatstøðingur hjá J&K Petersen.

Sum logistikklærlingur ert tú við til at umsita goymsluna, bíleggja og móttaka vøru og samskifta við verkætlanarleiðslurnar kring landið. Tú verður partur av toyminum verkstaðnum og goymsla á Hjalla, har 14 fólk hava sína dagligu gongd. Eisini lærir tú at arbeiða við forritum so sum Navision og TraceTool.

Starvsstaðurin verður á Hjalla 13, haðani tú eisini hevur møguleika at koma runt til verkætlanirnar hjá J&K Petersen kring alt landið.

Skúlagongdin er í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðinum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt arbeiðspláss í menning
  • Góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving

Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur hevur koyrikort og kann samskifta á føroyskum, donskum og enskum, hevur grundleggjandi telduførleikar og annars ert:

  • Álítandi
  • Ágrýtin
  • Røkin

Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, ert tú vælkomin at ringja til Anthonius Dalsgaard, Verkstaðs- og goymsluleiðara, á tlf.: 585013 ella skriva til anthonoius@jkp.fo

Umsókn skal sendast til starv@jkp.fo.

Freistin at søkja er 15. februar 2024. Lærutíðin kann byrja 1. mars 2024 ella eftir avtalu.

Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

17. september 2025
1. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið