Tórshavnar kommuna
Útgivið
12. januar 2024
Útgongur
28. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Heilsu- og umsorganartænastan søkir eftir starvsfólkum, sum brenna fyri at stuðla aldrandi borgaran soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Talan er um avbjóðandi og gevandi størv, har tú kemur at virka í venjingarhølum, heima hjá borgaranum og á teimum ymisku eldrabústovnunum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Arbeitt verður við at menna tænastuna til borgaran til eina rehabiliterandi tilgongd, har støði verður tikið í gerandisdegnum hjá borgaranum og stórur dentur verður lagdur á tvørfakligt samstarv við røktarstarvsfólk og ergoterapeutar. Fysioterapeuttoymið er staðsett í Heilsuhúsinum, ið veitir tænastu til heimabúgvandi borgarar, og har tær tvørgangandi tænasturnar verða skipaðar.

Vit søkja eftir:
einum fysioterapeuti ella annað starvsfólk við aðrari viðkomandi útbúgving í eitt barnsburðarfarloyvisstarv á setanarbrøki 1,0 til 1. februar 2025 at byrja 1. mars 2024 ella skjótast gjørligt.

einum fysioterapeuti til fast starv, á setanarbrøki 1,0 ella eftir nærri avtalu at byrja 1. mars 2024 ella skjótast gjørligt.

Leinkja til starvslýsingina á okkara heimasíðu

Leinkja til umsóknarskema

Líknandi størv

10. november 2025
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið