J&K Petersen
Útgivið
12. januar 2024
Útgongur
15. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum kranaførari verður tú ein týðandi partur av øllum verkætlanunum hjá J&K Petersen. Fremsta uppgávan er at veita kranatænastu til verkætlanirnar og at gera fyrifallandi arbeiði í hesum sambandi. Harumframt skalt tú tryggja viðlíkahald, eftirlit og reinhald av bilinum.

Arbeiðsuppgávurnar eru tí nógvar og fjølbroyttar, og er tað tí umráðandi at viðkomandi, sum verður settur, kann laga seg eftir uppgávunum og arbeiða í skiftandi arbeiðstíðum.

Vit vænta at tú hevur:

  • Royndir sum kranaførari
  • Góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Gott handalag og er álítandi
  • Nærlagdur og røkin

Krav

  • Galdandi kranaloyvi D (upp til 25 tons)
  • Stóra koyrikort

Um áhugi er fyri starvinum, men kranaloyvið manglar, kann avtala gerast um, at J&K Petersen veitir kranaloyvið.

Løn er sambært avtalu.

Umsókn við prógvum skal sendast við telduposti á starv@jkp.fo   

Umsóknarfreistin er hósdagin 15. februar 2024. Samtalur verða hildnar leypandi, og starvið sett skjótast gjørligt.

Um spurningar eru í samband við starvið, ert tú vælkomin at tosa við Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðara, á telefon 585013 ella skriva til anthonius@jkp.fo

Um J&K Petersen
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum og fæst við jørð- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunnla- og havnaarbeiði. Umleið 170 fólk starvast hjá J&K Petersen, sum somuleiðis hevur nógvar og góðar royndir við verklagsarbeiðum í øllum landinum. Eisini hevur fyritøkan J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið