
Lýsing
Hesi størv eru leys at søkja:
- 2 heilsuhjálparar til Heimið á Grønanesi, brøkar eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum
- 2 heilsurøktarumtil Heimið á Grønanesi, brøkar eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum
Starvsbyrjan: 1/3-24 ella eftir nærri avtalu
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:
- Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran
- Viðkomandi útbúgving og góðkenning
- Telduførleika á brúkarastøði
- Koyrikort til persónbil
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt størv.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.
Størvini verða sett sambært sáttmála við Heilsuhjálparafelag Føroya og Heilsurøktarfelagnum.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. jan. 2024, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Sóleyð Staksberg, eindarleiðara, á telefon 793230.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo